placeholder
Innanlands

Aftur eitt friðarligt og væleydnað kvøld á Summarfestivalinum

Hóast nógv fólk vóru samlað í Klaksvík, var gjárkvøldið stak friðarligt hjá løgregluni

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Jens Kr. Vang)

2018-08-11 09:26 Author image
Oda Strøm
placeholder

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur í morgun, at hóast Summarfestivalur er, og túsundtals fólk eru komin saman í Klaksvík hetta vikuskiftið, hevur løgreglan havt lítið og einki at gjørt í nátt og í gjárkvøldið í sambandi við festivalin.

- Ein fráboðan kom um ein, sum hevði fingið for nógv at drekka, men tað tóku samarittarnir sær av. Tey ganga runt í økinum og hava tikið sær av tí, sum hevur verið. Annars hevur tað verið gott lag og nógv fólk, upplýsir vakthavandi. 

Í sambandi við Summarfestivalin hevur løgreglan sett eyka løgreglufólk inn, sum eru til taks, skuldi tað verið neyðugt. Tað hevur tað tó ikki verið enn, tí einki mál, sum vaktirnir á staðnum ella samarittarnir ikki hava kunna tikið sær av, hevur stungið seg upp. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder