2026-07-22 16:24
Løgreglan boðar nú frá, at tað aftur er koyrandi gjøgnum Leirvíkstunnilin.
Heilt nógvir bilar hava bíðað í eina góða løtu nú seinnapartin fyri at koma ígjøgnum.
Tunnilin varð stongdur fyrr í dag, tí ein bilur misti nakað av sementi niður á vegabreytina. Sementdustið gjørdi, at sera ringt sýni var í tunnlinum.
Neyðugt varð tí at steingja tunnilin, so hann kundi spulast reinur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald