placeholder
Mentan

Æviga dóttirin

Ræðufilmslíknandi søga verður víst í Filmsfelagnum mikukvøldið 

Tilda Swinton hevur høvuðsleiklutin í

Tilda Swinton hevur høvuðsleiklutin í "The Erternal Daughter"

2023-05-11 14:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mikudagin sýnir Filmsfelagið “The Eternal Daughter”, sum í fjør vann fyrstu firðisløn sum besti ‘independent film’ hjá National Board of Review í USA.

Bretski leikstjórin, Joanna Hogg (f.1960), hevur bæði skrivað og leikstjórnað filmin um Juliu (Tilda Swinton) og dóttrina, sum undir heitinum “The Eternal Daugther” møtast í gamla barnaheiminum. 

Í ræðufilmslíknandi søguni møtast miðaldrandi dóttirin, ið nú er listakvinna, og aldrandi mamman á gamla góðsinum, sum fyrr var merkt av vælstandi, men nú er eitt meir enn hálvtómt gistingarhús, við tyngjandi spøkilsissøgum. 

Um enn treyðugt, loysa tær báðar lokið av niðurgrivnum søgum, sum higartil hava verið tagdar burtur.

Mamman hevur føðingardag, og løgin ljóð hoyrast innan- og uttanveggja á hotellinum, sum sigst vera fulsett, men tær báðar síggja ongan gest.

“The Eternal Daughter” verður sýndur í Havnar Bio mikudagin 17. mai kl. 20  

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder