Mentan

Ætlar tú at atkvøða? Tryggja tær at peningur er á tínari telefonkontu

Fyri at atkvøða við sms upp á X Factor-luttakarar er neyðugt at peningur er á tínari Ver- ella Nema kontu

Kári Fossdalsá og Tina Mellemgaard eftir fyrsta liveshow. Enn eru tey bæði við í tónleikakappingini (Mynd: Sverri Egholm)

Kári Fossdalsá og Tina Mellemgaard eftir fyrsta liveshow. Enn eru tey bæði við í tónleikakappingini (Mynd: Sverri Egholm)

2022-03-18 18:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Um tú ætlar tær at atkvøða fyri Tinu Mellemgaard, Kára Fossdalsá ella øðrum X Factor luttakarum í kvøld, so mást tú hava pening á tínari Ver ella Nema konto.

Orsøkin er, at haldini í dag ikki fevna um sms til yvirtakserað nummur og kappingar, og tí er neyðugt at seta pening á kontuna.

Føroya Tele hevur vegleiðing um áfyllling her

Nema hevur vegleiðing um áfylling her

Atkvøðast skal eins og tað stendur á skíggjanum undir X Factor sendingini við at senda sms til 1234.

X Factor verður sent klokkan 19 føroyska tíð á danska TV2.

Fyri Tinu skal atkvøðast TI til 1234

Fyri Kára skal atkvøðast KA til 1234 

Les eisini: Syngja filmstónleik í kvøld

Portalurin verður í kvøld á staðnum í Brøndby, har X Factor verður tikið upp, og vit fara at gera samrøður, taka myndir og annað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder