Ætlanir um nýbygning fyri Finnur Fríða fyribils lagdar á ís

Hevði girið á Trónda í Gøtu ikki farið, høvdu vit sikkurt yvirtikið ein nýggjan Finnur Fríða í hesum døgum, sigur Dávid Jacobsen, tekniskur leiðari á Varðnum

Dávid Jacobsen, tekniskur leiðari á Varðanum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Dávid Jacobsen, tekniskur leiðari á Varðanum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-12-26 16:04 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

- Tað hendi so nógv brádliga, og so eru nøkur viðurskifti broytt aftaná, sum eisini eru avbjóðingar fyri uppsjóvarvinnuna, sum vóru orsøk til, at vit valdu at bíða við hesum ætlanunum, sigur Dávid Jacobsen, sum er nevndarformaður og tekniskur leiðari hjá Varðanum.

Hesi broyttu viðurskiftini vóru eitt nú maskintrupulleiki við tá nýggjasta skipinum í reiðarínum, Trónda í Gøtu.

Hetta gjørdi so tað, at Finnur Fríði nú var elsta skipið í flotanum hjá Varðanum, tá ið tosað verður um tey stóru uppsjóvarskipini.

[object Object]Finnur Fríði (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Hóast skipið nú er 17 ár, so er talan um eitt gott skip, sum framvegis er í góðum standi, og sum fiskar væl.

- Tað er eingin loyna, at tá ið skipið er 17 ár, so er tíð at skifta út, og hevði girið á Trónda í Gøtu ikki farið, so høvdu vit sikkurt yvirtikið ein nýggjan Finnur Fríða í hesum døgum. Men av tí, at vit keyptu Gøtunes, so vórðu hesar ætlanirnar lagdar á ís, sigur Dávid Jacobsen frá Varðanum.

Tankarnir um at byggja nýtt fyri Finnur Fríða spøkja tó framvegis á skrivstovuni í Gøtu.

Les alla greinina ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder