Ætlaðu at hava stóra konsert í Luux í kvøld: Nú er hon avlýst

Tilmælini loyva ikki stórum tiltøkum í løtuni

(Savnsmynd: Luux)

(Savnsmynd: Luux)

2021-01-22 06:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dansistaðið Luux, sum heldur til í Klubbanum, boðaði mánadagin frá stórari konsert við Janusi Wiberg Mortensen og danska Gulddreng.

Lagt var upp til tað heilt stóra, nú dansistøðini ikki hava havt opið síðani nakað áðrenn jól, men nú er tiltakið avlýst, og konsertin við poppgreipuni er flutt oman í Reinsaríið.

- Vit vóru ov bráð og hildu at vit kundu halda eitt tiltak, nú býarlivið letur upp aftur. Men soleiðis verður ikki, skrivar Luux á Facebook.

- Almennu tilmælini loyva ikki so stórum tiltøkum í løtuni, og tað mugu vit virða, sigur Luux, sum boða frá, at tey kortini hava opið í kvøld júst sum onnur skeinkistøð kring landið.

Umrøddu tilmælini frá myndugleikunum siga, at ikki fleiri 20 fólk eiga at savnast í óskipaðum bólkum, og at tað ikki eiga at vera fleiri enn 20 fólk savnað til veitslulag.

Tað kunnu í mesta lagi savnast 100 fólk, men einans um til ber at halda tveir metra frástøðu millum fólk ella húski, stendur í tilmælunum frá myndugleikunum.

Sostatt er torført hjá skeinkistøðum at skipa fyri tiltøkum, tá teirra virksemið fyri tað mesta er í óskipaðum bólkum av fólki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder