
Eitt gistingarhús er í gerð í Klaksvík, og tað eru ætlanir um at byggja eitt við Norðskála eisini.
Sí eisini: Lok lagt á hotellið í Klaksvík
Hetta kom fram í útvarpstíðindunum fyrr í dag.
Tað er Jóan Petur Vang byggimeistari, sum stendur fyri tí. Hann hevur staðið fyri fleiri stórum verkætlanum seinastu árini - millum annað í høvuðsstaðnum.
Jóan Petur Vang eigur matrikkulin sjálvur. Økið er 1.800 fermetrar til støddar og er staðsett beint sunnanfyri Stanley í handilsøkinum beint við brúnna við Streymin.
Upplýst verður úr Sunda kommuna, at man í 2022 samtykti at geva frávik í byggisamtyktini, so at til ber at fara undir eina slíka verkætlan. Nú er ein nýggj orðing gjørd í byggisamtyktina. Sunda kommunu hevur biðið um góðkenning frá landsmyndugleikunum hesum viðvíkjandi, greiðir Eyðstein Zachariasen frá.
Um sjálva verkætlanina sigur borgarstjórin við KVF, at tað eftir ætlan vera umleið 40 kømur á gistingarhúsinum við Norðskála, umframt fundarhøli og annað. Sum skilst kann talið tillagast nakað.
Tað er trupult at siga, hvussu tíðarlinjan er, men byggimeistari og kommuna vilja seta í gongd sum skjótast. Nú verður bíðað eftir loyvum - millum annað skal Landsverk geva loyvi til at gera parkeringsøki beint við gistingarhúsið.
Ein kostnaðarmeting er ikki gjørd enn, men hetta verður ein stór verkætlan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald