
Løgreglan fekk í gjárkvøldið fráboðan frá fólkum, sum vóru órógvað av at síggja eina ær við lambi, har ærin sá út til at vera sera illa fyri.
Løgreglufólk fóru á staðið, einastaðni í Tórshavnar kommunu, og kundu staðfesta, at støðan var ring, og sendu tí boð eftir djóralækna. Djóralæknin metti støðuna so álvarsliga, at avgerð var tikin um at avlíva ærina.
Tað eydnaðist ikki at finna fram til eigaran av ærini, men fólk vóru funnin, sum kundu taka sær av lambinum.
Talan er í hesum føri um brot á djóraverndarlógina, men vakthavandi á løgreglustøðini vil kortini ikki fara so langt sum at skýra hetta fyri at vera vanrøkt.
Veðrar órógvaðu lembingina
Í gjár var løgreglan eisini innblandað í eitt annað mál, sum hevur við ær og lomb at gera. Hetta var um middagsleitið, at ein fráboðan kom úr Vágum, har staðfest var, at tveir veðrar, eftir øllum at døma vóru rýmdir úr einum gerði, og nú órógvaðu ærnar mitt í lembingini.
Boð vórðu send til eigararnar/hagapartin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald