19. juli varð ein ælabogi málaður á vegin í Steinatúni í Havn í sambandi við Faroe Pride, sum verður seinnapartin, men ælabogavegurin varð málaður av nýggjum í nátt.
Orsøkin er herverk, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuna í morgun.
– Vegurin varð málaður 19. Juli, men síðan er ymiskt slag av herverki gjørt á málingina, og tí varð ælabogin málaður umaftur.
Kommunan sigur, at ein fyrispurningur kom fyrr í ár frá LGBT+ Føroyum um loyvi at mála ælabogavegin í sambandi við Faroe Pride, og hann bleiv játtaður.
Ælabogavegurin hevur elvt til nógv kjak. Tað sama hendi fjør, tá ælabogi varð málaður á vegin uttan fyri Gundadalshøllina.
Les eisini: Hetta er ikki fyri at provokera
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald