- Vit arbeiða við málinum. Arbeiðið má gerast heilt liðugt áðrenn nøkur niðurstøða kann koma, sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri í mentamálaráðnum. Hann vil ikki seta nakran dato á, nær niðurstøðan kemur.
Talan er um málið um uppsøgnina av Liljuni Weihe, tíðindaleiðara á Kringvarpi Føroya. Málið varð kært, og niðurstøða kom í málinum 20. apríl. Tá varð uppsøgnin av Liljuni Weihe ógildað, tí mett var at Kringvarpsstjórin átti at tikið minni víttgangandi stig enn at uppsiga tíðindaleiðaran.
Johnny í Grótinum, fyrrverandi Kringvarpsstjóri, valdi tí at seta Liljuna í annað starv í Kringvarpinum, men hendan avgerð varð eisini kærd, og sambært aðalstjóranum í mentamálaraðnum, verður niðurstøðan til tað kæruna heilt skjótt klár.
Tá portalurin tosaði við aðalstjóran 2. august, væntaði hann at niðurstøðan skuldi verða klár í farnu viku. Hann segði tá, at málið fyri sovítt næstan er avgreitt, men síðsta hond varð lagd á tá.
Poul Geert Hansen vil onki siga um, hvat ger at málið dregur út, tí hann sigur seg ikki kunna gera viðmerkingar til málið sjálvt.
Norðlýsið skrivaði 2. juli, at málið varð seinkað, tí nýggjur løgfrøðingur skuldi viðgera málið, tí løgfrøðingurin, sum hevði sitið við málinum var farin í nýtt starv í umsitingini. Aðalstjórin í mentamálaráðnum segði tó við Portalin 2. august at hettar ikki var rætt, tí hóast løgfrøðingurin var farin í annað starv, sat hann enn við hesum málinum um hendi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald