Innanlands

91,9 prosent færri ferðafólk um fløgvøllin enn í mai í fjør

Frá 40.474 í mai í fjør - til 3.273 í mai í ár

2020-06-03 07:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

At koronavirusið hevur næstan støgað altjóða flúgving er eingin loyna. Leingi vóru bert tríggir túrar um vikuna millum Vágar og Keypmannahavn - nú er Atlantic Airways farið upp á fýra túrar um vikuna.

Støðan sæst sjálvandi aftur á ferðafólkatalinum á flogvøllinum í Vágum. Kringvarpið skrivar, at í mai vóru 91,9 prosent færri ferðafólk enn í mai í fjør.

Í mai í 2019 var talið av ferðafólki 40.474 - í farna mánaði var tað bert 3.273 í mai. Her er innanlandsflúgvingin hjá tyrluni, ið er minkað við næstan tveimum triðingum, tald við.

Í mars var ferðatalið næstan helmingin minni enn í mars 2019, og í apríl var afturgongdin 94 prosent.

15 juni verður sóttarhaldð tikið burtur, so tað er eingin ivi um, at meira ferð kemur á flogferðsluna til og frá Føroyum skjótt. 

Les eisini: Tey ungu meira ivandi í ætlanunum at loyva ferðandi til og úr Føroyum

 


 

placeholder
placeholder