Innanlands

84 prosent av føroyingum vilja koppsetast

Heilsumálaráðið hevur gjørt eina kanning um hugburðin hjá føroyingum til koppseting

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2021-01-21 09:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nógv teir flestu føroyingarnir ætla at lata seg koppseta beinanvegin, teir fáa møguleika fyri tí. Nøkur vilja tó bíða, men bara ein heilt lítil partur sigur nei til koppseting.

Hetta vísir ein kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Heilsumálaráðið.

Sambært kanningini fara nógv teir flestu vaksnu føroyingarnir at lata seg koppseta fyri korona.

Sløk 67 prosent siga seg vilja koppsetast, beinanvegin tey fáa tað í boði, stívliga 14 prosent ætla at lata seg koppseta, men vilja bíða eitt sindur, og 3 prosent av teimum, sum svaraðu spurnakanningini, eru longu koppsett.

Um hesi tølini halda, fara 84 prosent av føroyingum,  sum eru 16 ár og eldri, at vera koppsett, tá koppsetingarætlanin einaferð er komin á mál.

Bara sløk seks prosent svaraðu, at tey ikki ætla at lata seg koppseta, og umleið 10 prosent vistu ikki.

Býtt eftir aldri eru tað serliga tey eldru ættarliðini, ið eru mest gramm eftir at blíva koppsett, meðan tey yngru ættarliðini eru eitt sindur meira ivasom.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður við heilsumálum, fegnast um tølini. Eitt týðandi mál við føroysku koppsetingarætlanini er nevniliga at røkka flokkimmuniteti – tað er, at alt fólkið verður mótstøðuført mótvegis koronu – og tá er tað avgerandi, at ein nóg stórur partur av fólkinum letur seg koppseta.

Hvussu stórur hesin parturin skal vera, veldst um virknaðin á vaksinunum, ið verða brúktar., Men við teimum vaksinunum, sum í dag eru til taks, og tí hjá Astra/Zeneca, ið væntast á marknaðin skjótt, er tað  nøktandi, um 80 prosent ella meira verða koppsett, skrivar Heilsumálaráðið í tíðindaskrivi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder