Innanlands

82 prosent hava reytt pass

Flest okkara vilja heldur ferðast sum ES-borgarar enn sum føroyingar

(Mynd: Ingi Samuelsen)

(Mynd: Ingi Samuelsen)

2020-09-10 10:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað reyðrótareyða ES-passið er væl umtókt millum føroyingar. Ein kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin vísir, at tað einans eru 18 prosent av føroyingum, sum hava grønt føroyskt pass, meðan 82 prosent hava rytt ES-pass.

Spyr.fo hevur eisini sammett svarini við hvar tey spurdu høvdu sett krossin, um løgtingsval hevði verið nú.

Úrslitið er, at tað eru veljararnir hjá Framsókn, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum

93 prosent av veljaranum hjá Framsókn hava reytt pass, 92 prosent av sambandsveljarunum, 91 prosent av javnaðarveljarunum og 72 prosent av Miðflokkaveljarunum.

62 prosent av sjálvstýrisveljarunum hava sambært kanningini reytt pass, meðantað bert eru tjóðveldisveljarar, har tey grønu passini eru í yvirluta.

54 prosent av teimum, ið siga seg fara at velja Tjóðveldi hava grønt pass, meðan 46 prosent hava ES-pass.

Hóast tað eru heili 93 prosent av veljarunum hjá Framsókn, ið ferðast við reyðum passi, so eru tað einans 65 prosent av teimum, sum vilja hava danskt cpr-nummar. Meira um hetta í seinni grein. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder