Uttanlands

800 fólk handtikin í Russlandi

Túsundatalsfólk hava í dag verið á gøtunum og mótmælt handtøkuna av Aleksej Navalnyj, sum kom aftur til Russlands farna vikuskifti

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2021-01-23 13:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í minsta lagi 10.000 fólk hava savnast í miðbýnum í Moskva fyri at mótmæla handtøkuna av russiska andstøðupolitikaranum Aleksej Navalnyj, hóast russiska stjórnin hevur bannað mótmælistiltøkum.

Mótmælisfólkini krevja, at Navalnyj verður leyslatin.

Russiska løgreglan hevur handtikið fleiri enn 800 fólk kring alt Russland. Millum teirra er kona Aleksej Navalnyj.

Tað var sunnudagin, at Aleksej Navalnyj fór heimaftur til Russlands eftir eitt hálvt ár í Týsklandi, har hann hevði fingið viðgerð, eftir at hann varð eitraður við nervaeitrinum Novitjok í summar.

Sambært Ritzau bendir alt á, at tað var russiska stjórnin, sum stóð aftanfyri álopið á Navalnyj, men hesum hevur russiska stjórnin tó víst aftur.

Navalnyj, sum hevur verið sera atfinningarsamur móti russisku stjórnini, visti, áðrenn hann lendi í Moskva, at ætlanir vóru um at handtaka hann, og so skjótt hann var komin ígjøgnum tollin á flogvøllinum, varð hann eisini tikin av løgregluni.

Andstøðupolitikarin vil vera við, at ákærurnar móti honum eru falskar, og at tær eru politiskt motiveraðar. Tað var hann sjálvur sum heitti á viðhaldsfólk síni um at fara út at mótmæla í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder