Innanlands

779 milliónir í lønum í juli

Lønargjaldingarnar eru støðugt vaksandi

Mynd: Hagstova Føroya

Mynd: Hagstova Føroya

2018-08-13 15:33 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í juli vóru  779 milliónir útgoldnar í løn. Trendurin hevur verið støðugt vaksandi síðani juli 2009, vísa nýggjastu hagtølini hjá Hagstovu Føroya.

Seinastu tíggju árini sæst, at lønargjaldingarnar millum kynini ikki fygljast. Lønarútgjaldið til mannfólk er voksið meiri enn lønargajldingarnar til konufólk.

(Myndin omanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri bæði kynini)

Allir høvuðsvinnubólkarnir eru støðugt vaksandi, uttan fiskivinnan, sum meiri ella minni hevur staðið í stað seinasta árið.

(Myndin omanfyri vísir lønargjaldingarnar í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar og sterku strikurnar vísa trendin fyri vinnugreinarnar)

Trendurin í lønarútgjaldingum er vaksandi í Streymoyar-, Eysturoyar,- og Norðoyarøkinum, meðan hann stendur hinastaðni í landinum.

(Myndin omannfyri vísir lønargjaldingarnar hjá løntakarum eftir bústaðarøki)

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder