Smæran í J. H. Schrøtersgøtu 9 í Havn fer at hýsa 37 framløgum og 25 vísindapostarum hesar 3 dagarnar.
Tað byrjar mikumorgunin kl 08:30. Tað er Bárður á Steig Nielsen, Uttanríkis- og fiskimálaráðharri og varaløgmaður, fer at seta fundin.
Endamálið við NMM er at stimbra samstarvið millum veðurfrøðingar, sum hava áhuga í veðrinum í norðurlendska og arktiska økinum. NMM ráðstevnurøðin byrjaði í 1960, og hevur síðani verið hildin annaðhvørt ár í einum av norðurlenskum londunum í samstarvinum, sum nú eisini er farið at telja Føroyar.
Umboð fyri Veðurstovu Føroya luttøku fyrstu ferð á seinasta NMM-funindum, sum var í Keypmannahavn í august í 2024.
At veðurstovnar og feløg í grannalondunum eisini ynskja samstarv hendan vegin, vísir næstan metstóra undirtøkan, sum er fyri hesum fundinum í Føroyum. Allar almennu veðurstovurnar í Norðanlondum verða væl umboðaðar, umframt umboð frá fleiri universitetum, svenska herinum og feløg, sum arbeiða við grønari orku og ráðgeving, sum hevur við veðrið at gera.
Millum hesi eru veðurfrøðingar, sum standa aftan fyri vælumtøktu veðurappirnar yr.no og Belgingur, og eisini aðrir sum samskipa serveðurtænastunar til flogferðslu og leiting og bjarging á sjónum í grannalondum okkara.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald