Innanlands

70 nýggjar íbúðir og tryggari havn

Nýstovnað byggifelag skal byggja íbúðir sunnan fyri Svangaskarð – grótið skal brúkast til at leingja grótverjuna á Oyrum

(Mynd: nes.fo)

(Mynd: nes.fo)

2022-09-27 07:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nes kommuna hevur gjørt avtalu við nýstovnaða byggifelagið, Spf. Skákið við Høgna Petersen, Saltnes, um keyp av lendi til at byggja upp til 70 íbúðir á einum øki við Regnavegin, beint sunnan fyri stadionøki á Svangaskarði.

Talan er um eitt øki á 8.800 fermetrar.

Á bygdaráðsfundi í gjárkvøldið varð samtykt at selja stykkið, treytað av at kommunan eigur grótið.

Grótið skal nevniliga brúkast til at leingja grótverjuna á Oyrum. Í summar samtykti býráðið at taka av einum tilboði frá byggifelagnum RTS um at leingja grótverjuna við 80 til 90 metrum.

Men tá varð avgerð ikki tikin um, hvørt grótið skuldi spreingjast úr bakkanum norðan fyri saltsøluna, ella takast frá økinum, sum er ætlað til íbúðabygging.

Við avtaluni við Spf. Skákið er sostatt avgjørt, at seinna loysnin verður brúkt.

Nes kommuna skrivar á heimasíðuni, at henda verkætlanin tilsamans fer at kosta kommununi um 13 milliónir krónur.

- Nes kommuna metir, at hetta er ein spennandi verkætlan, sum fær kyrru í Oyrahavnina og leggur lunnar undir eina byrjan til at gera Oyrarnar til eitt miðstaðar- og trivnaðarøki, skrivar nes.fo. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder