Innanlands

65 prosent eru koppsett

Og 29.000 fólk í Føroyum eru liðugt koppsett fyri koronu. Koppsetingarbólkurin hevur boðað frá, at eftir ólavsøku verður alsamt meira lagt fyri, í royndini at fáa fleiri at koppseta seg. Løgmaður hevði eisini beinleiðis áheitan í gjár

Bárður á Steig Nielsen til ólavsøkuguðstænastu í gjár - løtu seinni segði løgmaður millum annað soleiðis í ólavsøkurøðuni: Øll hava fingið koppsetingina í boði, og tað er nú ábyrgdin hjá hvørjum einstøkum at verja seg og onnur. Fyri at fáa neyðugu floksverjuna hevur tað týdning, at flest gjørligt verða koppsett. Tað er ríkiligt av koppingarevni, so tað er bara at halda seg framat (Mynd: Jens Kr. Vang)

Bárður á Steig Nielsen til ólavsøkuguðstænastu í gjár - løtu seinni segði løgmaður millum annað soleiðis í ólavsøkurøðuni: Øll hava fingið koppsetingina í boði, og tað er nú ábyrgdin hjá hvørjum einstøkum at verja seg og onnur. Fyri at fáa neyðugu floksverjuna hevur tað týdning, at flest gjørligt verða koppsett. Tað er ríkiligt av koppingarevni, so tað er bara at halda seg framat (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-07-30 18:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í løgmansrøðu sínari, tá tingið varð sett í gjár, segði Bárður á Steig Nielsen soleiðis um koppsetingargongdin: 

- Nú nærkast floksimmuniteturin í hvørjum. Øll hava fingið koppsetingina í boði, og tað er nú ábyrgdin hjá hvørjum einstøkum at verja seg og onnur.

- Vit nærkast aftur einum vanligum gerandisdegi, og málið er, at vit skjótt kunnu seta fulla orku og fulla ferð á samfelagsárarnar aftur.

- Fyri at fáa neyðugu floksverjuna hevur tað týdning, at flest gjørligt verða koppsett. Tað er ríkiligt av koppingarevni, so tað er bara at halda seg framat. Floksverjan skal vera so sterk sum gjørligt, tá ið full ferð aftur kemur á samfelagið.

Harvið hevði løgmaður eina beinleiðis áhetan til tey, sum framvegis ikki hava koppsett seg, um at seg - fyri sína egnu skyld og fyri samfelagið

Les alla ólavsøkurøðu løgmans her

Nýggjastu koppsetingartølini - frá ólavsøkuaftan - vísa, at 65 prosent av íbúgvunum í Føroyum eru koppsett fyri koronu. Tað eru 34.657 fólk. 29.003 fólk eru liðugt koppsett, upplýsir corona.fo. Tað svarar til 54,4 prosent.

Harvið kann tað ikki skýrast at vera floksverja (imunitetur) enn, og tað fer helst at taka nakað av tí. Av hesari orsøk verður kanning við markið framvegis kravd allan august mánaða.

Koppsetingarbólkurin hevur boðað frá, at nú verður alsamt meira lagt fyri, fyri at fáa meira glið á gongdina, ið tey tó eru rímiliga væl nøgd við. Støkk inn kanningar verða aftur nýttar skjótt, og heilsumyndugleikarnar royna á ymsan hátt at eggja fólki til at lata seg koppseta.

Sí eisini:
Myndir: Óskipaði midnáttarsangurin savnaði nógv fólk
Video: Rungar á Vaglinum
Fúrtin argast inn á hetta
Eingin nýggjur koronutilburður


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder