Innanlands

613 fólk í lønarískoytisskipanini

Lønarískoytisskipanin kom í gildi 12. mars, men á midnátt fer hon úr gildi aftur

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-08-31 09:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

613 fólk eru framvegis í serligu koronaskipanini, sum ALS umsitur.

Skipanin hevur verið galdandi síðan 12. mars, og er hon bert galdandi í dag afturat.

12. mars vóru 1.164 fólk í skipanini og tá talið var hægst vóru 4.320 fólk í skipanini. Tað var 4. apríl. Síðan 1. august hevur talið ligið undir 700, vísa hagtølini hjá ALS.

Av teimum 613 fólkunum, sum eru í skipanini nú, eru 263 kvinnur og 350 menn. Størsta talið er í Suðurstreymoy, har 286 fáa lønarískoyti. Lægsta talið er í Sandoynni, har 11 fáa lønarískoyti.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder