Innanlands

608 nýggir tilburðir - fýra innløgd av koronu

635 fólk eru blivin frísk síðani seinastu dagføring

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-02-04 16:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Talið á innløgdum av korona er økt við trimum síðani dagføringina hjá myndugleikunum í gjár. Tað vil siga, at tað nú eru fýra innløgd av koronu í Sjúkrahúsverkinum. Tveir aðrir sjúklingar hava fingið staðfest korona, men eru innlagddir av aðrari orsøk.

608 nýggir tilburðir vórðu staðfestir í gjár í 1471 kanningum. 635 fólk blivu staðfest frísk aftur eftir at hava verið positiv við koronu. 4870 fólk eru smittað í løtuni.

Tilsamans eru 22.908 covid-19 tilburðir staðfestir síðani farsóttin byrjaði í mars 2020. Nógv teir flestu tilburðirnir eru staðfestir seinastu tríggjar mánaðirnar. Harvið nærkast at annar hvør føroyingur hevur havt korona.

Myndugleikarnir boða frá at tað nú eru 20 fólk deyð við koronu í Føroyum. Hetta er ein fleiri enn í gjár. 

Hava fólk fingið staðfest covid-19 seinastu 30 dagarnar innan deyða, verða tey staðfest sum deyð við koronu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder