Uttanlands

600.000 koppsetingar seinasta samdøgrið

32,6 av teimum 66 mió., sum búgva í Stórabretlandi hava nú fingið fyrru koppsetingina, og 9,4 mió. eru liðugt koppsett

Ein kvinna verður koppsett í London (Mynd: EPA)

Ein kvinna verður koppsett í London (Mynd: EPA)

2021-04-18 11:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur Stórabretland koppsett fleiri enn 600.000 persónar fyri koronu.

Heilt nágreiniliga vórðu 604.727 persónar koppsettir í gjár – 119.306 fingu fyrru koppsetingina, meðan 485.421 fingu seinnu koppsetingina.

Samanlagt hava 32,6 mió. vaksnir bretar nú fingið fyrru koppsetingina, meðan 9,4 mió. eru liðugt koppsettir.

Í Stórabretlandi var málið at bjóða øllum persónum 50 ár og eldri koppseting áðrenn 15. apríl, og mánadagin boðaði bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson frá, at tað var gingið sum ætlað.

– Vit eru komin framvið ein sera týðandi mílastein í koppsetingarætlanini við at bjóða níggju av teimum størstu vandabólkunum koppseting, segði Boris Johnson.

Millum tey, sum hava fingið tilboð um koppseting eru heilsu- og røktarstarvsfólk.

Sambært Boris Johnson er ætlanin nú at leggja dent á at geva fólki seinnu koppsetingina, umframt at bjóða øllum vaksnum fyrru koppsetingina áðrenn august.

Uml. 66 mió. fólk búgva í Stórabretlandi, og uml. helvtin av øllum teimum vaksnu hava longu fingið tilboð um koppseting, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder