Innanlands

53 útstykkingar til grundstykki í Sjóvar kommunu

Nú verður kunningarfundur um útstykkingar í Sjóvar kommunu

2018-08-22 11:44 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í morgin verður kunningarfundur í Sjóvar kommunu um útstykking av grundstykkjum í kommununni. Fundurin er fyri tey, sum eru áhugaði í útstykkingunum á Fríðufløtum og við Hálsatjørn, skrivar kommunan á heimasíðu síni.

Fundurin var upprunaliga ætlaður teimum, sum eru á listanum til grundstykki hjá Sjóvar kommunu, men vegna øktan áhuga fyri útstykkingunum, hava vit valt at gera fundin almennan og bjóða øllum áhugaðum við.

Á hesum fundi verður kunnað um arbeiðið við útstykkingunum og um byggisamtyktirnar fyri bæði økini, umframt at kunnað verður um mannagongdina, tá fólk skulu velja sær eitt grundstykki

Útstykkingarnar fevna um 53 grundstykkir. Arbeiðið er skipa soleiðis, sambært sáttmála við Kreton, at útstykkingin á Fríðufløtum verður liðug í 2018, útstykkingin við Hálsatjørn norður (suður til rundkoyringina) verður liðug á vári 2019, og við Hálsatjørn suður verður liðug áðrenn árslok 2019.

Í dag eru 39 fólk á listanum til grundstykki í Sjóvar kommunu.
 
Tilgongdin at velja grundstykki byrjar eftir fundin tann 23. august, tá tey fremstu á listanum fáa boð um at velja sær eitt grundstykki.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder