Eftir ógvusligu vatnflóðina í Nepal 26. august lata Reyði Krossur Føroya og Føroya landsstýri í felag 500.000 krónur í neyðhjálp til fólk, sum eru rakt av vanlukkuni.
Nepalski Reyði Krossur er í gongd við at hjálpa fólki í raktu økjunum. Stuðulin fer til bráðfeingis neyðhjálp til fólk, sum eru rakt av flóðini. Átakið fevnir millum annað um leiting og bjarging, fyrstuhjálp, fyribils skjól, neyðsynjarvørur, mat, reint drekkivatn, reinføri, heilsuhjálp, sálarligan stuðul og peningastuðul til rakt húski.
Serligur dentur verður lagdur á at hjálpa húskjum, sum hava mist heimið, familjum, har fólk eru deyð, saknað ella særd, og avbyrgdum bygdum, har atgongdin til aðra hjálp er avmarkað.
Vatnflóðin rakti serliga økini fram við áunum Bhote Koshi og Trishuli í norðara og mið-Nepal. Ein stórur streymur av vatni, leiri, gróti og tilfari skolaði oman gjøgnum áardalirnar og oyðilegði hús, vegir, brýr, el- og vatnveiting, skúlar, heilsutænastur og annað týðandi undirstøðukervi.
Støðan er framvegis sera álvarsom. Sambært nýggjastu almennu fráboðanunum úr Nepal eru fleiri enn 900 fólk funnin deyð, og umleið 4.200 fólk eru framvegis saknað. Tølini kunnu framvegis broytast, so hvørt bjargingarlið fáa betri atgongd til tey raktu økini og fáa skrásett støðuna nærri.
Fyrstu metingarnar vísa, at túsundtals húski eru ávirkað av vanlukkuni. Nógv hava mist heimið, og tørvurin á hjálp er stórur bæði nú og í tíðini, sum kemur.
Tá ein vanlukka av hesum slag rakar, hevur tað stóran týdning, at hjálpin kemur skjótt fram til tey, sum eru harðast rakt. Stuðulin verður latin gjøgnum Reyða Kross-rørsluna og fer til neyðhjálpararbeiðið hjá Nepalska Reyða Krossi, sum veitir hjálp á staðnum, har tørvurin er størstur.
Myndir: Nepal Red Crescent Society
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald