Innanlands

46 tilburðir av nýggjum koronaútbregði staðfestir í Danmark

Tað er av sama slagi, sum varð funnið í Stórabretlandi fyri stuttum, og tað smittar verri. Myndugleikar heita á fólk um at taka tað róligt nýggjársaftan, og avmarkingarnar sum vórðu settar í verk fyri jól eru longdar til 17. januar

Henrik Ullum, ið er lutfalsliga nýggjur í starvinum sum stjóri í SSI, greiddi í gjár  frá støðuni

Henrik Ullum, ið er lutfalsliga nýggjur í starvinum sum stjóri í SSI, greiddi í gjár frá støðuni

2020-12-30 08:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í Danmark eru heilsuserfrøðingar og ymsir myndugleikar stúrnir um koronastøðuna. Hon verður framvegis lýst sum "sera álvarsom" og nú kanska meira enn nakrantíð.

Forsætisráðharrin Mette Frederiksen segði í øllum førum á tíðindafundinum í gjárkvøldið, at støðan var verri enn í vár, tá korona á fyrsta sinni breiddi seg - hetta hóast tey kenna farsóttina væl betri nú.

[object Object]
Mette Frederiksen er ikki álvulig við støðuna Mynd: EPA

Tað er serliga hækkaða kontaktalið, umframt vaksandi talið av innløgdum og deyðum, sum vekir stúran, og so eisini nú at nýggja koronaútbregði er staðfesti í Danmark. Tann sokallaða "mutatiónin", sum varð staðfest í Stórabretlandi fyrr í mánaðinum hevur breitt seg nakað og nú eisini til Danmarkar. 

Les eisini: Leingja helst koronaavmarkingarnar í Danmark

Henrik Ullum, stjóri á Statens Serum Institut, greiddi frá, at smittubreiðingin av hesum slagnum er meira máttmikil. Hon smittar áleið 50-75 prosent skjótari - tó tó tykjast fólk ikki at gerast meiri sjúk enn av "vanliga" slagnum av koronavirusinum Henrik Ullum segði, at heilsumyndugleikarnir hava funnið 46 tilburðir av útbregðinum, og at teir fylgja støðuni

Heilt øðrvísi nýggjársaftan - tilmælini longd tvær vikur

Stutt undan jólum varð danska samfelagið meira ella minni latið aftur. Og soleiðis verður heilt fram til 17. januar í fyrstu syftu. Skúlar, hárfríðkanarstovur, handilsmiðstøðir, venjingarmiðstøðir, matstovur (take-away er tó framvegis) og mangt annað lata ikki upp 4. januar, tí at avmarkingarnar eru longdar. 

Sí yvirlit yvir avmarkingarnar her - TV2

Samstundis sum hetta varð fráboðað, heittu Mette Fredeiksen, heilsumálaráðharrin, stjórin fyri Sunhedsstyrelsen og løgregluovastin heittu um fólk at halda seg til avmarkingarnar nýggjáraftan. Tað vil siga, at ikki meira enn tjúgu fólk skulu savnast, at tað "er í lagi" at fara tíðliga í song, og at ikki savnast til nýggjársbál, fýrverk o.s.fr. Í Føroyum verða nýggjárshald ikki sum vanligt, og tað verða tey so sanniliga heldur ikki í Danmark, og myndugleikarnir søgdu seg vóna, at fólk ikki halda ov stórar og villar veistlur fyri at hátíðarhalda, at farið verður inn í eitt nýtt ár.

Boðað var eisini frá, at næstan 55.000 skamtir til koppseting eru á veg og koma helst tíðliga í næstu viku. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder