Innanlands

40 ára starvsdag á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Hósdagin fekk Astrid Vestergaard handað Den Kongelige Fortjenstmedalje

(Mynd: Suðuroyar Sjúkrahús)

(Mynd: Suðuroyar Sjúkrahús)

2026-07-11 12:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

1. juli hevði Astrid Vestergaard 40 ára starvsdag á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Hon hevur hesi 40 árini starvast sum sjúkrarøktarfrøðingur á Seingjadeildini.

Hetta varð hátíðarhildið í kantinuni á sjúkrahúsinum hósdagin, har Astrid eisini fekk handað Den Kongelige Fortjenstmedalje, skrivar Suðuroyar Sjúkrahús.

Hátíðarløtan byrjaði við, at Hanus Toftheyggj, sjúkrahússtjóri helt røðu fyri Astrid. Síðani handaði hann Astrid Den Kongelige Fortjenstmeldalje, umframt gávu og blómur frá sjúkrahúsinum.

Aftaná helt Lisbet V. Jacobsen, deildarleiðari á Seingjadeildini røðu og handaði Astrid gávu frá starvfólkunum á Seingjadeildini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder