placeholder
Innanlands

39 hvalir løgdu beinini í Hvannasundi

Ikki nógv fólk í grind. Enn er ikki greitt nær seðlarnir koma út

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-08-01 21:08 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað er ikki so langt síðani at ein sum taldi 123 hvalir og næstan 1000 skinn varð dripin í Hvannasundi. Helst er tað orsøkin til, at tað ikki var tann stóri áhugin fyri lítlu grindini, sum legði beinini har í dag.

Grindin varð funnin eystanfyri Svínoynna seint seinnapartin og varð rikin inn á Hvannasund, har 39 hvalir løgdu beinini stutt fyri klokkan 19.

Hvalirnir eru fingnir upp á land á bryggjuni, og nú verður avrátt um hvussu grindin skal skiftast. Jens Jensen, sýslumaður, upplýsir at tað ikki vóru so nógv fólk í grind, men fleiri bátar luttóku.

Sýslumaðurin veit í løtuni ikki at siga nær seðlarnir koma út, men tað verður greitt einaferð seinni í kvøld, verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder