
Í 2024 var talið 379, og í ár eru fýra fleiri umsóknir til Fróðskaparsetur Føroya.
383 fólk hava søkt um tær samanlagt 21 útbúgvingarnar, sum eru í útboði. Toppskorarin er "fólkaskúlalærari" (55 fólk), og beint í hølunum (54 fólk)
Yvirlit sæst á setur.fo
Fróðskaparsetur Føroya fegnast um, at 20 fleiri hava søkt um pláss at lesa bachelor í KT-verkfrøði í ár, so talið er tilsamans 35.
- Hetta er sera gott, tí stórur eftirspurningur er eftir útbúnum KT-fólki í KT-vinnuni og manga aðrastaðni við.
Eisini hevur nýggja masterútbúgvingin í Leiðslu og Skipan vind í seglunum. Tey fyrstu 10 hava nýliga fingið prógv, og nú hava 22 søkt um lestrarpláss har samanborið við 15 í 2023.
Nærri kunning seinni í vikuni - nýggjur møguleiki kemur
Fróðskaparsetur Føroya skrivar, at lestrarskrivstovan nú viðger umsóknirnar, og at svar koma nú fríggjadagin - 11. juli.
Eisini verður latið upp fyri fleiri umsóknum, um tað ikki er fult:
- Fyrst í august verður latið upp aftur fyri umsóknum til útbúgvingar, sum hava tøk pláss eftir. Tann umsóknarfreistin verður á midnátt 13. august.
Innleiðsla fyri nýggju studentunum verður mánadagin 18. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald