Innanlands

3.500 fólk vitjaðu Glasir

Ein teljing við dyrnar vísir, at umleið 3.500 fólk nýttu høvið at síggja skúlan hósdagin

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-08-13 18:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hósdagin upprann so dagurin, har fyribils punktum varð sett fyri byggingini av Føroya størstu bygningsverkætlan, Glasi, tá Landsverk avhendaði Mentamálaráðnum bygningin.

Áhugin at síggja nýggja og stórsligna miðnámsskúlan við Marknagil var ovurhonds stórur. Ein teljing við dyrnar vísir, at umleið 3.500 fólk nýttu høvið at síggja skúlan, og tá flest vóru inni undir móttøkuni, var talið umleið 1.900.

Húsið lat upp klokkan 14.30, har Finnur Hansen Trio spældu fyrsta hálva tíman, áðrenn sjálv móttøkan byrjaði klokkan 15 við eini áhugaverdari framførslu hjá tónleikabólkinum, Frum.

Les eisini: Bjarke Ingels: Hetta rúmið er eitt tað mest serliga eg havi verið við til

Sí eisini: Myndir: Móttøka á Glasi

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder