2026-04-20 14:31
Í mars vóru 30.513 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 674 starvsfólk - ella 2,6 prosent - fleiri enn í mars árið fyri, skrivar Hagstovan.
Í mars vóru slakir 15.650 menn og 14.870 kvinnur í starvsfólkaskaranum. Hetta eru 442 - ella 2,9 prosent - fleiri menn og 232 - ella 1,6 prosent - fleiri kvinnur enn sama mánað árið fyri.
Kynsbýtið av starvsfólkum í mars var sostatt 48,7 prosent kvinnur og 51,3 prosent menn.
Meira enn helvtin - 57 prosent - av starvsfólkunum arbeiða hjá arbeiðsgevarum undir privatum ræði og restin - 43 prosent - hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald