Innanlands

300.000 krónur út á Argir

Joan Johansen tryggjaði pápa sínum, Ingemar Johansen, heilar 300.000 krónur í Gekkinum

(Skíggjamynd)

(Skíggjamynd)

2021-02-05 20:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Aftur í kvøld má Kringvarpið punga út. Síðsta fríggjakvøld fór vinningur til Sandavágs, og í kvøld átti Argir tørn.

Joan Johansen ringdi inn við fullari plátu fyri pápa sín, Ingemar Johansen á Argjum. Hon valdi at deila gekkaupphæddina, sum í kvøld var 900.000 krónur í trý fyri at økja um møguleikan at vinna.

Og tað bragdaði. Í fyrsta snari lendi Joan á reyða leypinum, og vann 300.000 krónur til pápa sín.

- Hetta var fantastiskt, segði Joan Johansen meðan ein ovur fegin fólk hoyrdust rópandi afttanfyri.

Hann er ordiliga glaður. Her jublar alt, greiddi Joan Johansen frá.

Næsta fríggjakvøld er gekkurin 700.000 krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder