Innanlands

30 ára starvsdagur hjá Louisu Poulsen

Fríggjadag seinnapart var ein lítil samkoma í Skúlanum á Argjahamri

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2021-01-16 09:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadag seinnapart var ein lítil samkoma í Skúlanum á Argjahamri í sambandi við, at Louisa Poulsen, skrivari hevði 30 ára starvsdag 15. januar.

Starvsfelagar bóru fram heilsanir, og børn hennara, Guðrið Hansdóttir, Fróði Hansen og Bjarki Hansen sungu trýræddaðan sang fyri mammuni.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, ynskti eisini Louisu til lukku, handaði henni gávu fyri trúgva tænastu og flutti fram røðu.

Louisa Poulsen varð sett í starv sum skrivari í Argja skúla fyri 30 árum síðani, og helt hon fram í starvinum, tá hesin bleiv til Skúlin á Argjahamri fyri skjótt tíggju árum síðani.

Røðan hjá borgarstjóranum kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder