Mentan

30 ár síðani fyrstu legurnar í Nesvík

Í 30 ár hevur verið skipað fyri legum í Nesvík. Í hesum døgum eru børn og ung í 6. og 7 flokki tey, sum gera brúk av góðum kørmunum í Leguhúsinum í Nesvík

2022-07-18 21:57 Author image
Innsent
placeholder

Í hesum døgum eru tað 30 ár síðani at fyrstu legurnar blivu hildnar í Nesvík.

Tað skrivar skrivar trubodin.fo.

Og nú góðveðrið vitjar oyggjarnar eru børn og ung í 6. og 7. flokki tey, sum gera brúk av teimum góðum kørmunum í Nesvík.

Tað eru kalskvíkingar, sum saman við øðrum, ið eru fyriskiparar á hesi leguni, sum byrjaði fríggjadagin í seinastu viku og sum endar týsmorgunin. 

Enn sum áður er tað boðskapurin um Jesus, ið er høvðusendamálið við legunum, men samstundis eisini at syngja, spæla, skemta og hugna sær saman við børnum og ungum úr øllum Føroyum. 

Á hesi leguni eru 100 børn umframt kokkar, hjálparfólk, náttarvaktir og leiðarar og hava børnini umframt at vera í Nesvík, eisini vitja á Norðskála til eina lætta og hugnaliga guðstænastu. 

Nú legan nærkast endanum eru seinastu bíblutímarnir um hetjur lidnir og stóra fótbóltskappingini við steypahandan, skrúgongu, tónleiki og at enda við stórum vatnkríggj á skránni eins og kvøldseta við undirhaldi, tónleiki og spølum.

Enn eru nakrar legur eftir í Nesvík bæði til børn, familjur og ung áðrenn summarferian kemur at enda. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder