Innanlands

29 fingið prógv á Vinnuháskúlanum

Mikudagin var prógvhandan á Vinnuháskúlanum, har maskinmeistarar, skiparar og skipsførarar fingu prógv

Maskinmeistarar (Mynd: Vinnuháskúlin)

Maskinmeistarar (Mynd: Vinnuháskúlin)

2026-06-25 15:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin 24. juni var prógvhandan á Vinnuháskúlanum, har 29 lesandi fingu prógv handað.

[object Object]
Maskinmeistarar: Dávid á Marknagili, Eiler Ludvig Jacobsen, Ísakur Eyðunsson Olsen, Jan í Nesinum, Meinhard Mikkelsen, Petur Ovi Jógvansson Mørkøre, Rani Isaksen, Sigurð Fríði Fróðason

Virðislønir fyri hægstu próvtøl:
Rani Isaksen fekk eitt ur frá Skansi Offshore
Petur Ovi Jógvansson Mørkøre fekk ein grindaknív frá Sev.
Dávid á Marknagili fekk eitt mátitól frá Maskinmeistarafelagum

[object Object]
Skiparar: Beinir Eyðgerðarson Gaard, Einar Poulsen, Hjartvard Heðinsson Skálagarð, Janus Hovgaard, Jóannes Viderø, Jón Ludvig, Julian Jacobsen, Oddvar Magnusson Carlsson, Poli Brandsson Nólsoy, Rannvá Tausen Debes, Rógvi Joensen, Rói Djurhuus, Sverre Ådland Eysturdal. Sverre Ådland Eysturdal vantar á myndini.

Virðislønir fyri hægsta próvtøl:
Sverre Ådland Eysturdal fekk eitt ur frá Betri Trygging
Oddvar Magnusson Carlsson fekk eitt klokkusett frá Faroe Agency
Hjartvard Heðinsson Skálagarð fekk eitt lummaur frá Bakkafrost

[object Object]
Skipsførarar: Birgir Poulsen, Fríði Reinert-Petersen, Jens Josensen, Jógvan Ingvard Hansen, Jørgin Gleðisheygg, Ludvík við Stein, Sveinur Bjarkason

Virðislønir fyri hægstu próvtøl:
Fríði Reinert-Petersen fekk eitt ur frá Maersk A/S
Ludvík við Stein fekk ein sekstant frá Skipara- & Navigatørfelagnum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder