Innanlands

273 næmingar og starvsfólk á Glasi kannaðir í gjár: Allar royndirnar vóru negativar

1.400 næmingar og starvsfólk verða kannað í dag – Nú eru 24 fólk smittað í Føroyum

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2020-09-21 13:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð staðfest, at ein familja í Havn er vorðin smittað við korona. Familjan hevur børn, sum ganga á Glasi, á Skúlanum á Fløtum og í barnagarðinum á Norðasta Horni.

Sostatt varð avgerð tikin um at kanna øll á Glasi, í dagstovninum á Norðasta Horni, og á ítróttarrásini á Skúlanum á Fløtum, sum heldur til í Gundadali.

Í gjár vórðu 273 næmingar og starvsfólk á Glasi kannaði, og í dag skulu 1.400 kannast.

Á Skúlanum á Fløtum eru 15 starvsfólk og uml. 100 næmingar kannaðir, og á dagstovninum á Norðasta Horni eru 43 børn og 14 starvsfólk kannað.

Steinbjørn Hardlei, rektari á Glasi, segði við Útvarpið á middegi, at øll úrslitini av kanningunum, sum vórðu gjørdar í gjár, vóru negativ.

Sambært Kringvarpinum var úrslitið á dagstovninum og á Skúlanum á Fløtum enn ikki greitt.

Nú eru 24 fólk smittað

Sambært nýggjastu hagtølunum hjá Heilsumálaráðnum er nú tilsamans 437 tilburðir skrásettir í Føroyum. Síðan í gjár eru tríggir tilburðir lagdir afturat, og ein er vorðin frískur.

Teir tríggir persónarnir, sum hava fingið staðfest smittuna, eru smittaðir í Føroyum, og øll eru partur av somu smittuketu.

Sostatt eru tilsamans 413 fólk vorðin frísk aftur, og 24 eru smittað í løtuni.

115.982 kanningar eru nú gjørdar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder