Innanlands

27 lesandi prógv á Vinnuháskúlanum

14 skiparar, seks skipsførarar, og sjey maskinmeistarar fingu prógv í gjár

2021-01-23 09:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár, fríggjadagin 22. januar, var samkoma á Vinnuháskúlanum í sambandi við, at 27 lesandi fingu prógv handað. 14 skiparar, seks skipsførarar, og sjey maskinmeistarar.

[object Object]Maskinmeistararar: Marcus Klementsen, Pól J. Justinussen, Benjamin S. Isaksen, Gilli N. Lorenzen, Johan H. Erlingsson og Rói D. Wintereig.

[object Object]Skiparar: Búgvi Fagraklett, Karl Joensen, Christian S. Aakjær, Kaj M. Jacobsen, Martin S. Johannesen, Oddny M. Hanusardóttir, Bartal E. Andreasen, Dánial J. Hansen, Johan H. Hentze, Mikkjal A. Michelsen, Rúni Johannesen, Sørin Aagaard, Rúni Davidsen og Sørin Wardum.

[object Object]Skipsførarar: Óli J. Müller, Richard Hansen, Sverri Dalsgaard, John Simonsen (væntar á myndini), Hákun Fríði Debes, Mortan Hansen og Oddbjørn Neshamar

Í sambandi við prógvhandanina vórðu virðislønir fyri hægsta próvtal eisini handaðar.

Hjá maskinmeistarunum fekk Johan H. Erlingsson ein grindaknív frá SEV, Gilli N. Lorenzen fekk eitt mátitól frá Maskinmeistarafelagnum, og Ídnaðarvirðislønina, eitt lummaur frá Skansi Offshore, fekk Benjamin S. Isaksen.

Hjá skiparunum var tað Búgvi Fagraklett, sum fekk ein kikara frá P/F Thor, Karl Joensen fekk eitt klokkusett frá Faroe Agency, Christian S. Aakjær fekk eitt klokkusett frá Faroe Ship, og Ídnaðarvirðislønina, eitt lummaur frá Áhugafelagnum Antares, fekk Sørin Wardum.

Hjá skipsførarunum fekk Mortan Hansen eitt gullur frá A.P. Møller Mærsk, John Simonsen fekk eitt klokkusett frá Betri Samtakinum, og Ídnaðarvirðislønina, gávu frá P/F Smyril Line, fekk Oddbjørn Neshamar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder