Uttanlands

250 milliónir skamtar til fátæk lond komandi vikurnar

Talan er um koppingarevni fyri koronu, sum onnur lond hava keypt ov nógv av – Koppingarevnið verður latið gjøgnum Covax-átakið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-07-29 16:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Komandi seks til átta vikurnar verða 250 mió. skamtar við koppingarevni latnir teimum fátækastu londunum gjøgnum Covax-átakið hjá Heimsheilsustovninum, WHO.

Átakið, sum hevur til endamáls at tryggja koppingarevni til tey fátæku londini, hevur higartil latið 152 mió. skamtar til 137 ymisk lond og øki.

Skamtarnir, sum verða latnir gjøgnum Covax-átakið koma frá ríkum londum, sum hava keypt meira koppingarevni, enn tey hava tørv á.

– Globali eftirspurningurin er greitt størri enn útboðið, og tað merkir, at mió. av teimum mest útsettu ikki eru vard. Ein stór altjóða koppsetingarætlan er okkara besta verja móti frábrigdum, sigur Seth Berkley, leiðari fyri koppsetingarsamstarvið Gavi, sum stendur aftanfyri Covax saman við Heimsheilsustovninum.

Heimsheilsustovnurin hevur ferð eftir ferð víst á, at stóri ójavnin í býtinum av koppingarevni er ein trupulleiki, men hóast hetta eru fleiri av teimum ríku londunum longu í ferð við at koppseta børn og tryggja sær koppingarevni til at geva eitt triðja prik, um tørvur verður á tí. Hetta, meðan onnur lond nóg illa eru komin í gongd við at koppseta tey veiku í teirra samfelagi.

Sambært uppgerð hjá tíðindastovuni AFP eru næstan fýra mia. skamtar av koppingarevni býttir millum 216 lond. Í londum við høgari inntøku, hava tey fingið 96,7 skamtar per 100 íbúgvar, meðan talið í londum við lágari inntøku er 1,6 per 100 íbúgvar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder