Mentan

24. Vencilin komin á gøtuna

Hann hevur verið seinkaður av ymiskum orsøkum, men nú er hann her – Vencil nummar 24 er ognaður Niels Jákupi Thomasen, sum hevur arbeitt á Bókadeild Føroya lærarafelgs í samfull 39 ár

2025-06-28 20:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vencil nummar 24 hevur verið í gerð leingi. Hann hevur verið seinkaður av ymiskum orsøkum, men mest av øllum, tí at vit báðir ritstjórarnir og onnur, sum hava verið knýtt at nummarinum, hava havt so nógv at gera. Men nú er hann her.

Feskur føroyskur skaldskapur og kærir klassikarar
Í nýggjastu útgávuni av Vencil eru yrkingar og stuttsøgur og stuttprosa.

Tey, sum hava skrivað uppruna yrkingarnar eru Sjúrður Hansen, Malan Poulsen og Askur Skaalum. Týddu yrkingarnar eru eftir Emily Dickinson, sum Heðin M. Klein hevur týtt, Paul Auster og Raymond Carver, sum Oddfríður Marni Rasmussen hevur týtt og Edgar Allan Poe, sum Bergur Rasmussen hevur týtt.

Agnar Jógvansson hevur ein stuttprosatekst við, Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð hevur eina stuttsøgu, Sámal Soll eina stuttsøgu og Kristin Vestergaard hevur eina stuttsøgu. Týddu stuttsøgurnar eru eftir Charlie Fish, Shirley Jackson, og so eru 12 smáprosatekstir eftir Gyrðir Elíasson.

Ein av yrkjarunum, sum ikki hevur verið at hoyrt frá í meir enn 30 ár, er Sjúrður Hansen. Her er ein yrking, hann hevur skrivað:

Poesidagurin mikli (á Louisiana)
Standi á steini
og hyggi varin við virðing
yvir og inn í
háborna skaldafjøld
eg standi á steini
og síggi grasið
eg standi á steini
og eg gevi ljóðmessuni
og rúmdini ræðið

Ognað Niels Jákupi
Tað, sum er serligt við hesum Venclinum er tað, at hann er ognaður Niels Jákupi Thomsen, sum hevur arbeitt á Bókadeild Føroya lærarafelgs í samfull 39 ár, skriva ritstjórarnar.

– Tað var í 2006, at ritstjórarnir báðir settu okkum í samband við Niels Jákup um at geva eitt skaldskaparrit út. Hann var beinanvegin fúsur at taka á seg tann umsitingarliga partin, og eigur hann stóru æruna av, at vit yvirhøvur hava havt møguleikan at geva hesi 24 nummurini út, sum innihalda okkurt um 2.300 síður av dygdargóðum skaldskapi. Talan er um uppruna føroyskt tilfar, týðingar og yrkingar, stuttsøgur stutt-stuttsøgur, ritroyndir, teknirøð og ummæli. Vit takka honum fyri stóru hjálpina, og bjóða Sigfríði Símunarsoni Sólsker vælkomnum í hansara stað.

Nýggjasta útgávan av Vencil fæst til keyps í bókhandlunum og er á veg í postkassarnar hjá haldarunum.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder