2026-01-07 08:08
21 umsóknir vóru komnar til stjórastarvi á nýggja hotellinum í Klaksvík, KG, tá freistin var úti 31. desember.
Hetta upplýsir Johannes Jensen, stjóri í Gist og Vist sum skal reka hotellið, fyri Norðlýsinum.
Fleiri umsóknir eru væl kvalifiseraðar og tað eru bæði kvinnur og menn sum hava søkt starvi. Eisini eru umsóknir komnar frá persónum sum búgva uttanlands.
Starvið verður sett skjótast gjørligt.
KG hevur 83 hotellkømur, og letur eftir ætlan upp í summar. Latið verður upp fyri bókingum longu 15. januar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald