Innanlands

2020: Tað higartil heitasta árið í Evropa

Hitin í fjør var í minsta lagi 0,4 stig hægri enn tey fimm heitastu árini, sum higartil vóru máld

Ein dagur við hitabylgju í franska høvuðsstaðnum París (Mynd: EPA)

Ein dagur við hitabylgju í franska høvuðsstaðnum París (Mynd: EPA)

2021-04-23 15:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Summarið í fjør var tað heitasta, sum nakrantíð er skrásett í Evropa, staðfestir Copernicus Earth Observation Programme hjá ES.

Miðilhitin í 2020 var tann hægsti, sum er máldur, síðan skrásetingarnar byrjaðu. Hitin var í minsta lagi 0,4 stig heitari enn tey fimm heitastu árini, sum higartil eru máld, og sum øll vórðu skrásett innanfyri seinastu tíggju árini.

Hitin veksur í Evropa á øllum fýra árstíðunum, sigur granskari hjá Copernicus.

Miðalhitin á vetri 2020 var 3,4 stig yvir tað, sum varð skrásett í miðal í tíðarskeiðnum 1981-2020, skrivar Ritzau.

Heystið í fjør var eisini tað heitasta, sum Evropa hevur havt, meðan hitabylgjurnar í summar tó ikki vóru eins ógvusligar og ikki varaðu líka leingi sum undanfarin ár, hóast hitamet vórðu sett bæði í Skandinavia og Fraklandi. Eisini í Arktis var talan um eitt merkisvert ár.

World Meteorological Organization hjá ST hevur eisini staðfest, at árið í fjør var tað heitasta, sum higartil er skrásett.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder