Innanlands

20 pláss til Ung í Arbeiði í Klaksvíkar kommunu

Tað er til tey í aldrinum 15-16 ár, sum ynskja eitt summarstarv. Tey, ið søkja, skulu til samrøðu fyri at para ungu arbeiðstakararnar og tøku arbeiðsplássini so væl sum gjørligt

2021-06-09 18:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Ung í Arbeiði hevur 20 leys størv at søkja, sum í høvuðsheitum fevna um at fríðka kommunal økir, so sum kirkjugarðar, grøn økir, havna- og kaj økið v.m. Vit leita eftir frískum ungum, ið hava hug og møguleika at arbeiða frá miðjan juni til 20. august.

Soleiðis skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari, har tað er møguleiki at søkja starv í Ung í Arbeiði. Skipanin er fyri tey í aldrinum 15-16 ár, sum ynskja eitt summarstarv.

Tey, sum senda eina umsókn áðrenn mándagin 17. juni, verða innkallaði til samrøðu í Íverksetarahúsinum. Endamálið við samrøðunum er at para ungu arbeiðstakararnar og tøku arbeiðsplássini so væl sum gjørligt við atliti til royndir og áhugamál, skrivar kommunan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder