Mentan

20 listaverk av Olivur við Neyst á uppboðsølu

Todi Jónsson letur upp fyri møguleika at keypa føroyska list á uppboðssølu á netinum

2021-04-06 15:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Folist.fo eitur nýttj heimasíða á netinum, har hópin av føroyskum listaverkum eru til sølu. Møguleiki er hjá øllum at bjóða upp á listaverkini.

Stigtakari til hesa nýggju tænastuna á netinum er Todi Jónsson í Keypmannahavn, sum higartil hevur verið best kendur innan fótbóltsheimin.

Eitt av listafólkunum, sum er væl umboðað hjá folist.fo er Olivur við Neyst, eitt markant navn innan føroyska list, og her er talan um oljumálningar og steinprent umframt nakrar pastel- og vatnlitamyndir.

Eitt nú er ein flott tekning frá 1972 har Olivur brúkar signaturin ”Olivur Poulsen”, sum hann nýtti áðrenn hann byrjaði at kalla seg ”Olivur við Neyst”

Eisini er ein sjálvsmynd av Olivuri frá 1975 og eitt portrætt av honum, sum Torbjørn Olsen hevur gjørt.

Nevnast kann eisini at tveir vatnlitir av Olivur við Neyst og Torbjørn Olsen, har teir nýta sama motiv av bygdini Húsar á Kalsoynni.

Høvuðsverki á uppboðsøluni er allerhelst ein stórur oljumálningur frá 1985.

Á folist.fo eru eisini listaverk av Elingborg Lützen, Janus Kamban, Torbjørn Olsen, Sigmund Petersen, Jack Kampmann og Eyðun av Reyni.

Uppboðsøla verdur hvønn hósdag komandi mánaðair – tann fyrsta verður 15. apríl.

[object Object]Olivur við Neyst. Torbjørn Olsen hevur teknað

[object Object]
Tekning av Olivuri við Neyst frá tá hann framvegis kallaði seg Olivur Poulsen


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder