Innanlands

2. jólakvøld var friðarligt í ár

Løgreglan fekk tó nakrar fráboðanir frá fólki, sum klagaðu um larm í einum grannalagi í høvuðsstaðnum í nátt

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-12-27 10:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

2. jólakvøld í ár var heldur øðrvísi í mun til undanfarin ár. Stóra broytingin hevur verið upplatingartíðirnar hjá skeinkistøðunum, sum fram til fyrst í komandi ári skulu lata aftur klokkan 22.

Hetta sæst eisini aftur í náttarlívinum, tí talan hevur verið um eina stak friðarliga nátt, upplýsir løgreglan í morgun.

Løgreglan sigur seg tó hava fingið nakrar fráboðanir frá fólki, sum hava klagað um larm í einum grannalagi í høvuðsstaðnum í nátt.

Eisini varð ein persónur tikin fyri rúsdrekkakoyring í Norðurstreymoy, umframt at ein bilur varð stolin í miðbýnum í Havn.

Les eisini: Bilur stolin í Havn í nátt

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder