
Rúni Bjarkhamar hevur skrivað eina áhugaverda skaldsøgu, sum verður løgd fram á Bátasavninum í Leirvík í kvøld klokkan 19.30. Bókin eitur “1804” og sipar til árið, Royndin Fríða varð smíðað suðuri í Vági. Talan er um ein blending av fiksjón og søguligum tilfari. Um hugsjónarligar broytingar í Evropa í 18. øld, og hvussu tær ávirkaðu hugsanarhátt og framburð í Føroyum.
Skaldsøgan gevur eina mynd av fólki, lívi og hugsjónum í eini tíð, tá ið stórar broytingar hendu fyrst í Evropa og seinni í Føroyum.
Fátækdómurin man í øldir hava gjørt, at føroyingar mistu álitið á sær sjálvum. Áræðið, at bróta seg burtur úr neyðarsligum umstøðum, hevur manglað. Føroyingar hava átt ein part av skuldini fyri vesaldómin sjálvir. Royndir at skapa framburð møttu mangan svartasta afturhaldi; men yvirvaldið, embætismenninir, áttu eisini sín part.
Leikur í hesi skaldsøguni byrjar, tá ið franska kollveltingin hevur nøkur ár á baki. Maður, sum er ávirkaður av fronskum hugsanum, ið umboða upplýsingartíðina í 1700-talinum, kemur til Føroya, og roynir at planta hesar tankar millum føroyingar.
Ein av føroyingunum, sum eina best umboðar upplýsingartíðina, Jens Christian Svabo, er eisini nevndur í søguni. Vit hitta hann ikki, men ein av monnunum minnist hann, tá ið hann í 1781-82 var í Føroyum og skrivaði um landið. Hansara virðismesta arbeiði hevði samband við føroyskt mál, men eisini arbeiðið at lúka pátrúgv og løgnar siðvenjur burtur, var partur av starvinum.
Tað ber illa til at skriva eina skaldsøgu um samfelagsbroytingar í Føroyum og ikki nema við kirkjuna. Hennara støða í Føroyum hevur gjøgnum tíðina havt stóra ávirkan á, hvussu fólk hava livað tímiliga og andliga.
Handilsviðurskiftini í Føroyum í 1700-talinum verða eisini tikin fram. Hugsjónarliga henda stórbroytingar, og framburðssinnaðir føroyingar vilja hava broytingar.
Á tiltakinum á Bátasavninum í kvøld kl. 19 fer Bergljót av Skarði at hava eina samrøðu við høvundin, Rúna Bjarkhamar, um bókina. Fríði og Rúna Bjarkhamar fara at syngja og Randi Kúrberg fer at lesa brot úr søguni. Eisini verur felagssangur.
Um Rúna Bjarkhamar:
Rúni Hjelm Bjarkhamar er føddur í 1964 og uppvaksin í Vági. Hann hevur síðan 1991 búð í Leirvík, har hann er giftur og eigur tveir synir. Hann er útbúgvin lærari og hevur starvast sum lærari á Eiði, í Leirvík og í meira enn tríati ár í Skúlanum við Streymin. Í 2005 vann hann eina stuttsøgukapping við søguni "Listin í triðju skuffu". Søgan er prentað í lesibókini Dropar til 8. flokk. Rúni ritstjórnaði saman við øðrum lesibókina Les 1 til hádeildina. Hann hevur eisini rit stjórnað bókum, sum verða nýttar til undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Rúni skrivaði í 2014 bókina Maðurin og dreymurin, sum er bók um kenda ameriska mannarættindastríðsmannin Martin Luther King. Hann hevur eisini týtt stuttsøgusavnið Ringasta loyndarmálið, sum er um børn við avbjóðingum. Rúni hevur í nøkur ár virkað sum greinahøvundur á Skúlablaðnum.
Kelda: sprotin.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald