Sambært skrásetingunum hjá Granskingarráðnum hava 14 føroyingar lokið ph.d.-prógv í fjør.
Talan er um fimm menn og níggju kvinnur, og av hesum hava ellivu verið innskrivað uttanlands og trý í Føroyum, skrivar Granskingarráðið:
Fýra av ph.d.-verkætlanunum eru stuðlaðar av Granskingarráðnum.
Niðanfyri sæst eitt yvirlit yvir tey, sum fingu ph.d.-prógv í 2025:
8. februar vardi Sólja Remisdóttir Veyhe ph.d.-ritgerð sína á Syddansk Universitet. Sólja hevur verið innskrivað til ph.d.-lestur á Klinisk Institut á Syddansk Universitet og hevur arbeitt á Hæmatologisk Afdeling X, OUH, og verið knýtt at Hæmatologisk-Patologisk forskningslaboratorium. Ritgerðin ber heitið: "Molecular Characterization of Chronic Lymphocytic Leukemia During Treatment."
9. februar vardi Guðrun í Jákupsstovu ph.d.-ritgerð sína á Universität Bern. Guðrun hevur verið innskrivað til ph.d.-lestur á ensktdeildini á universitetinum í Bern. Ritgerðin ber heitið: “Encountering Time: Temporal Experience and Littoral Space in British and Scandinavian Nature Writing.”
29. apríl vardi Barbara Egilstrøð ph.d.-ritgerð sína á Aalborg Universitet. Barbara Egilstrøð hevur verið innskrivað til ph.d.-lestur á Institut for Medicin og Sundhedsteknologi á Aalborg Universiteti. Ritgerðin kallast: “Situated co-produced family caregiving within dementia – A contribution to home-based caring practice for home-dwelling people with dementia.”
14. mai vardi Sólvá Jacobsen ph.d.-ritgerð sína á Fiskastykkinum í Sandavági. Sólvá Jacobsen arbeiðir á Havstovuni og hevur verið innskrivað á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Ritgerðin ber heitið “Environmental drivers, ecological interactions and the role of pelagic 0-group fish in recruitment processes on the Faroe shelf – with an emphasis on Faroe Plateau cod (Gadus morhua).” Granskingarráðið hevur stuðlað verkætlanini.
20. juni vardi Niclas Højgaard Eysturoy ph.d.-ritgerð sína á Fróðskaparsetrinum. Niclas er yvirlækni á Landssjúkrahúsinum og hevur verið innskrivaður til ph.d.-lestur á Københavns Universitet. Ritgerðin kallast: “The Faroese Knee Cohort: An investigation of epidemiology and implications of patellar dislocation and trochlear dysplasia.” Granskingarráðið hevur stuðlað verkætlanini.
23. juni vardi Elisabeth Skarðhamar Olsen ph.d.-ritgerð sína á Lancaster University. Elisabeth hevur samstarvað við eldsálir og felagsskapir í Føroyum og í São Tomé e Príncipe. Hon hevur verið innskrivað á Lancaster Environment Centre, Lancaster University. Síðani 2024 hevur Elisabeth verið í starvi sum námslektari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Ritgerðin ber heitið: “Forking Sustainability Pathways? Engaged research on local food practices in the Faroe Islands and São Tomé e Príncipe”. Granskingarráðið hevur stuðlað verkætlanini.
26. juni vardi Hugin Reistrup ph.d.-ritgerð sína á Københavns Universitet. Hugin er lækni á Afdeling for Mave-, Tarm-, og Leversygdomme á Herlev Hospital og hevur arbeitt við verkætlanini har. Hann hevur verið innskrivaður til ph.d.-lestur á Københavns Universitet.
5. september 2025 vardi Herborg Líggjasardóttir Johannesen ph.d. ritgerð sína á Fróðskaparsetrinum. Herborg er serlækni á Landssjúkrahúsinum og hevur arbeitt við verkætlanini har. Hon hevur verið innskrivað til ph.d.-lestur á Deildini fyri Kliniskt Medisin á Aalborg Universiteti. Granskingarráðið hevur stuðlað verkætlanini.
5. september vardi Bjørt Óladóttir Joensen ph.d-ritgerð sína á DTU. Bjørt hevur verið innskrivað til ph.d.-lestur á Institut for Fysik á DTU. Ritgerðin ber heitið: “Understanding Interactions Between Carbon Dioxide, Carbonate, and Anion Exchange Membranes for Electrochemical Operation”.
3. oktober vardi Heiðrikur í Garði Mortensen ph.d.-ritgerð sína á Aarhus Universitet. Heiðrikur hevur verið innskrivaður til ph.d.-lestur á Institut for Geoscience á Aarhus Universitet Ritgerðin kallast: “Platinum-group elements as a proxy for large igneous province volcanism and weathering”.
4. oktober vardi Ása Didriksen Apol ph.d.ritgerð sína á Københavns Universitet. Ása hevur arbeitt á Infektionsmedicinsk Afdeling á Amager og Hvidovre Hospital og hevur verið innskrivað til ph.d.-lestur á Institut for Klinisk medicin á Københavns Universitet. Ritgerðin ber heitið: ”Exploration of transcriptomic and immune landscapes in blood and liver in chronic hepatitis B.”
10. oktober vardi Borgný Súsonnudóttir Hansen ph.d.-ritgerð sína á Syddansk Universitet. Borgný hevur verið innskrivað sum vinnu ph.d.-lesandi á Teknisk Audiologi við granskingareindina fyri Oto-Rhino-Laryngologi á Syddansk Universitet. Hon hevur arbeitt hjá fyritøkuni WS Audiology. Ritgerðin kallast: “The Effects of Short Processing Delay on Sound Quality in Open-Fit Hearing Aids: Candidacy, Preference, and Real-Life Experiences"
1. november vardi Tráin Petursson Nónklett ph.d. ritgerð sína á Fróðskaparsetrinum. Tráin hevur verðið innskrivaður á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Ritgerðin ber heitið: Vitan og stríð og stríð um vitan, ein kanning av føroyskari fiskiveiðufyrisiting, fiski og fiskifrøðingum, 1950-1977.
6. november vardi Helgi Winther Olsen ph.d.-ritgerð sína á Fróðskaparsetrinum. Helgi hevur arbeitt og verið innskrivaður á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Kanningarnar eru gjørdar í Suðuroy, í Vágs skúla og Tvøroyrar skúla. Ritgerðin ber heitið: Effects of the FIT FIRST FOR ALL school-based physical activity intervention on health-related fitness, well-being, and equitable participation in a Faroese school setting.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald