Mentan

12 kór og stórt felagskór á Kórfestival

Kórfestivalurin verður í Norðurlandahúsinum leygardagin

2022-04-28 09:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder


Eftir steðg í tvey ár, skipar Kórsamband Føroya aftur skipað fyri kórfestivali.

Festivalurin byggir á gomlu kórstevnurnar, sum byrjaðu í Havn í 1967 og síðani hava verið hildnar kring landið. Kórstevnurnar hava uttan iva gjørt kórsang í Føroyum til eitt fólksligt projekt og hava saman við ólavsøkukórinum bygt brúgv millum fólksligu kórtraditiónina og kór við hægri málsetningi.

At kórsangarar í Føroyum uttan mun til royndir ella evnir í áratíggju hava savnast til felags kórsang hevur uttan iva viðvirkað til, at lutfalsliga nógvir føroyingar syngja í kóri.

Í 2015 varð avgjørt at broyta leistin nakað. Konsertin, har einstøku kórini syngja egna skrá, varð skipað sum kapping. Ein dómsnevnd velur tær bestu framførslurnar og áhoyrarnir atkvøða um eina áhoyraravirðisløn.

Umframt kórkappingina, fer eitt vælmannað felagskór at syngja. Dugnaligi kórleiðarin Tóra Vestergaard fer at stjórna kórinum. Konsertin verður í Norðurlandahúsinum leygardagin kl 16.

Luttakandi kórini eru:
Xperiment
Tarira
Vágakórið
Glymur
Tórshavnar kamarkór
Vestmanna sangkór
Silvitni
Havnarkórið
Gøtu kirkju ungdómskór
Tórshavnar manskór
Eystanljóð
Morgunkórið 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder