Mentan

12 filmar komu inn í stuttfilmskappingini hjá Námi

6. desember verður vinnarin avdúkaður, og verður hann vístur saman við øðrum filmum í kappingini í Havnar Bio

(Mynd: Nám)

(Mynd: Nám)

2022-11-12 11:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á midnátt í gjárkvøldið var freistin úti at senda inn filmar til árligu stuttfilmskappingina hjá Námi fyri næmingar á hádeild og miðnámi, og 12 filmar komu inn.

Evnið er heimsmálini hjá ST, og vinningurin er 30.000 krónur.

Ein faklig dómsnevnd, sum er sett av Námi, metir um innkomnu filmarnar, sum í mesta lagi í sjey minuttir hava sett sær fyri at lýsa eitt ella fleiri av teim seytjan heimsmálunum, sum øll árini hava verið karmurin um kappingina.

Týsdagin 6. desember klokkan 19 verður vinnarin so kunngjørdur. Hann verður vístur saman við øðrum filmum í kappingini í Havnar Bio, skrivar Nám í tíðindaskrivi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder