Innanlands

100 ára føðingardagur á sambýlinum Oman Hoydalar

Ingibjørg Hentze fyllir 100 ár í dag. Seinnapartin var samkoma á sambýlinum, har hon hevur búð síðani 2013

Sólvit Emilsson Nolsø, landsstýrismaður í almannamálaráðnum var eisini í føðingardegi (Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)

Sólvit Emilsson Nolsø, landsstýrismaður í almannamálaráðnum var eisini í føðingardegi (Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)

2022-08-24 21:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stór og hugnalig samkoma var á Sambýlinum Oman Hoydalar seinnapartin, nú Ingibjørg Hentze fylti 100 ár. Ingibjørg hevur búð á sambýlinum síðan 2013.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, vitjaði inn á gólvið og helt stutta røðu fyri Ingibjørg. Hnn nevndi, at tað altíð er hugaligt at koma í føðingardag hjá fólki, ið røkka høgan aldur. Og serliga sjáldsamt er at sleppa at vitja fólk, sum røkka so høgum aldri, at tey eru farin at ganga ímóti teimum tveyhundrað.

Hann ynskti Ingibjørg tillukku við degnum og nevndi eisini, at tað er ein stórur heiður at vera boðin við at hátíðarhalda henda dagin við føðingardagsbarninum og teimum avvarðandi, og tað takkaði hann hjartaliga fyri.

Les eisini: Nøvn: Ingibjørg Hentze 100 ár

Sí myndir sum Ólavur Frederiksen tók fyri Tórshavnar kommunu:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder