Uttanlands

– Vit geva ikki nakað burtur, sum er okkara

Ukraina fer ikki at samráðast við Russland, um russar halda fólkaaktvøður um at innlima hersett ukrainsk øki í Russland, sigur urkainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj

– Vit fara ikki at geva nakað burtur, sum er okkara, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

– Vit fara ikki at geva nakað burtur, sum er okkara, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

2022-08-08 09:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukraina fer ikki at samráðast við Russland, um russar gjøgnumføra fólkaatkvøður um innliman í Russland í hersettum ukrainskum økjum.

Ger Russland tað, hevur landið latið aftur fyri sínum egnu møguleikum at samráðast við Ukraina og fría heimin – sum Russland fer at fáa brúk fyri eina ferð, sigur Zelenskyj.

Russiski herurin og tey sameindu loysingarfólkini hava hersett stórar partar av Donbas-økinum í sunnara parti av Ukraina, og fleiri staðni verður umhugsað at skipa fyri fólkaatkvøðu.

– Okkara hugsan er tann sama, sum hon altíð hevur verið. Vit fara ikki at geva nakað burtur, sum er okkara, sigur ukrainski forsetin sambært Ritzau.

Síðan russisku innrásini 24. februar hava umboð úr Russlandi og Ukraina havt fleiri samráðingar, sum tó ikki hava givið nakað ítøkiligt úrslit. Umboð hjá londunum hava heldur ikki havt nakrar samráðingar síðan síðst í mars.

Russland hersetti Krim-hálvoynna í 2014 eftir at ein fólkaatkvøða hevði verið um, hvørt Krim skuldi gerast partur av Russlandi. Ukraina og fleiri lond í vesturheiminum siga atkvøðuna vera ólógliga.

Landslutirnir Luhansk og Donetsk søgdu seg eisini hava loyst frá Ukraina eftir fólkaatkvøðu í 2014, men eisini hendan fólkaatkvøðan varð mett ólóglig. Fáar dagar undan russisku innrásini viðurkendi Russland Luhansk og Donetsk sum sjálvstøðug lýðveldi.

Russar hava eisini hersett ein stóran part av Kherson í sunnara parti av Ukraina, og er eisini ætlan um at halda fólkaatvøðu har um innliman í Russland í næstum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder