Innanlands

– Vistu beinanvegin at hetta var ein sjáldsom støða at vera í

Í farnu viku gjørdust Inga og Bogi Thomsen úr Fuglafirði foreldur at tríburum

Mynd: Inga Thomsen

Mynd: Inga Thomsen

2020-09-12 12:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

3. september var ein heilt serligur dagur hjá Ingu og Boga Thomsen úr Fuglafirði. Tá gjørdust tey foreldur at tríburum.

Parið átti eina dóttir frammanundan, sum júst var fylt tvey, og hósmorgunin í farnu viku øktist familjan úr trimum til seks, tá Inga átti tvær gentur og ein drong.

– Vit høvdu ikki hugsað tankan um, at fáa fleirburar, og so slett ikki tríburar, sigur Inga, tá hon greiðir Portalinum frá, hvussu tað var at fáa at vita, at hon ikki bert gekk við einum barni men við trimum.

– Tað at økja familjuna úr trimum til seks uppá ein dag er ótrúliga nógv. Vit vóru milt sagt tikin av bóli.

Vistu at áhugin fór at verða stórur

Tríburarnir hjá 32 ára gomlu Ingu og 37 ára gamla Boga eru teir fyrstu tríburarnir, sum eru føddir í Føroyum síðan 2004, upplýsir Hagstovan.

Sambært landsfólkaskránni er hetta fjórðu ferð síðan 1985, at tríburar verða føddir her á landi. Tríburar vórðu føddir í 1990, 1999 og, sum áður nevnt, í 2004.

– Av tí at tað kemur so sjáldan fyri, at tríburar verða føddir í Føroyum, so vistu vit beinanvegin, at hetta var ein sjáldsom støða at vera í, og vit vistu, at áhugin fór at vera stórur runt um viðgongutíðina og tíðina eftir, at tríburarnir vóru føddir, sigur Inga.

31. august fylti elsta dóttir teirra, Talita, tvey ár, og enn skilir hon ikki ordiliga, hvat gongur fyri seg, sigur Inga.

– Hon gekk og fortaldi, at mamma hevur “trý baby í búkinum”, sum hon plagdi at siga, men hon visti sjálvandi ikki, hvønn týdning hetta hevði. Hon hevur sæð tríburarnar tvær ferðir, og heldur at tey eru pinkulítil, og at hon eigur tey, annars er hon enn óáhugað í teimum.

Skulu vera á sjúkrahúsinum í eina tíð

Tríburarnir eru níggju dagar gamlir, og enn eru Inga og Bogi við at læra børnini at kenna.

– Nú hava vit átt tey í eina góða viku og vit læra tey at kenna. Vit hava fastar rytmur, har vit koyra uppá klokku triða hvønn tíma: skifta blæur, gera sondumat kláran, eta, ropa o.s.fr. og tá ið alt er orðnað, av tí sum gerast skal hjá øllum trimum, so byrjar alt umaftur. Sjálvandi hava vit løtur fyri okkum sjálvi eisini t.d. tá ið tey sova, har vit eta, sova og annað, sigur Inga, tá hon greiðir frá fyrstu tíðini hjá tríburunum.

Inga og tríburarnir eru enn á Landssjúkrahúsinum, og har skulu tey vera í eina tíð afturat. Inga átti í 33. viku, og útgangsstøðið er, at tey eru innløgd, til børnini eru 40 vikur.

– Tríburarnir eru føddir í viku 33+2, so vit koma nokk at liggja her í nakrar vikur. Um alt gongur ordiliga væl, og børnini vaksa sum tey skulu, so kann mann sleppa heim eitt sindur fyrr.

– Vit hava gjørt eitt sindur klárt har heima. Vit hava keypt tey neyðugu tingini, sum vit verða noydd at eiga, so sum bilstólar, vognar, sengur og annað. Húsini eru ikki liðug innrættað enn, so pláss skulu vit nokk finna til øll fýra børnini og okkum bæði, sigur Inga, sum leggur afturat, at tað verður spennandi at koma heim og síggja, hvussu gerandisdagurin verður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder