Innanlands

- Veljarar í Havn mugu geva sitandi samgongu durafjórðingin

Havnarveljarar hava stóra ábyrgd, heldur Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttur

Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttur og Jógvan á Lakjuni (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttur og Jógvan á Lakjuni (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2018-07-27 10:58 Author image
Sverri Egholm

- Um herferðin hjá blóðreyðu samgongu móti fiskivinnuni skal steðgast, so mugu veljarar í høvuðsstaðnum vera við til at geva sitandi samgongu durafjórðingin. 

Tað sigur Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttur, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, í lesarabrævi í morgun.

- Til komandi val satsar samgongan, sum náttúrligt er, allarhelst uppá at vinna valið í høvuðsstaðnum. So er slottið næstan vunnið. Hartil er Suðoroyggin ein tryggur javnaðarskansi. Hetta hóast tað er politikkurin hjá undanfarnu borgarligu samgonguni, sum nú skapar karmar fyri framburði har.

- Írestandi procentini í reinan meiriluta, ætlar samgongan allarhelst at fáa til høldar við politisku útlutani av menningarkvotum.

Hóast ikki kemur saman aftur fyrr enn sunnudagin, so hevur politiska virksemið verið nógv seinastu dagarnar. Serliga eftir at JFK boðaði frá, at Sjúrðarberg var seldur til Russlands fyri 41 milliónir, og manningin á 25 mans var blivin uppsøgd.

Les alt lesarabrævið her

placeholder
placeholder